Corona ávirkar eisini fiskiveiðina

Í løtuni eru trý ísfiskalínuskip til fiskiskap, men ivasamt er, nær onnur línuskip loysa, og væntandi er heldur ikki, at tað verður nógvur útróður.

 

Eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi í løtuni, og væntandi er, at skipið landar í Føroyum miðskeiðis í næstu viku. Tvey ísfiskalínuskip eru undir Føroyum, og her er veiðan serliga longa, toskur og brosma.

- Okkurt línuskip fer avstað aftur í næstum, meðan ivasamt er, nær onnur línuskip loysa, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, har tey eisini hava skipað seg øðrvísi, nú roynt verður at tálma corona-smittu.

Lagt verður aftrat, at streymurin verður góður, men bæði veðurútlit og corona-trupulleikin gera, at tað neyvan verður so nógvur útróður í fyrst komandi tíð. - Fiskamarknaðurin hevur opið sum vanligt, men bara helvtin av fólkinum er til arbeiðis í senn.