Corona: Ávís flogfør sleppa ikki at seta seg í Vágum

Landsstýrið setir bann fyri, at flogfør úr vandaøkjum sleppa at lenda í Føroyum

Nú er tað greitt, at flogfør í teimum økjum, sum eru harðast rakt av corona-smittuni, sleppa ikki at seta seg í Føroyum.

Tað ger Helgi Abrahamsen, landsstýrimaður í umhvørvismálum og vinnumálaráðið, greitt í kvøld.

Sostatt fylgja Føroyar teimum leiðbeiningum og flogbannum, sum danskir myndugleikar hava sett í gildi.

Danska stjórnin hevur fyribils steðgað allari flogferðslu til og úr teimum reyðu vandaøkjunum fyri at forða fyri, at corona-smittan breiðir seg.

Tað merkir, at næstu 14 dagarnar sleppa flogfør úr Norðuritalia, úr skíøkinum, Ischl, í Eysturríki, úr Hubei-landslutinum í Kina, úr Iran, og úr býinum Dawgu, og Gyeongbuk-landslutinum, í Suðurkorea ikki at seta seg í Danmark.

– Føroyar hava einki beinleiðis loftsamband við hesi øki, so í fyrstu atløgu ávirkar flogbannið ikki flogferðsluna til og úr Vágum.

Men Helgi Abrahamsen ger vart við, at um so er, at donsku tiltøkini verða broytt, ella herd ein av næstu døgunum, og fara at fevna um øki og býir, sum Føroyar hava beinleiðis loftsamband við, verður flogbannið eisini galdandi fyri tað flogferðsluna til og úr Føroyum.