Tað hevur verið koronasteðgur kring at kalla alt Evropa í fótbólti. Føroyar vóru fyrsta landið at seta hol á fótbóltin aftur. Mikudagin byrjaði landskappingin í Portugal og tað hevur elvt til eina heldur skemtiliga støðu í FC Porto.
Portugisiska stórfelagið spældi móti Famalicao, sum heldur óvæntað vann 2-1. Málskjúttin hjá FC Porto var ein spælari, sum eitur einki minni enn Jesus Corona. Hetta er ikki farið afturvið borðinum hjá altjóða miðlunum, sum hava spælt sær við navnið Corona.
Hetta er tiðja málið hjá Jesus Corona fyri FC Porto, men helst tað mest umtalaða. Spurningurin er er so um Jesus Corona er komin sterkari úr koronasteðginum.