Corona rakar eisini føroyskt vinnulív hart

Samband er ímillum Arbeiðsgevarar og landsstýrið um endurgjald til vinna fyri fíggjarliga missin, tey hava av corona

Eisini føroyskt vinnulív er hart rakt, nú corona-smittan er farin at breiða seg um allan heimin.

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, sigur, við útvarpsstøðina, FM1, at í fyrstu syftu er tað ferðavinnan, sum er hart rakt, bæði tey, sum eru beinleiðis uppi í ferðavinnuni, og tey, sum veita ferðavinnuni vørur og tænastur.

Men útflutningsvinnan er eisini rakt, tí tað verður alsamt truplari at senda vørur avstað, serliga til marknaðin í fjareystri.

Sostatt kann staðfestast, at hetta verður eisini ein dýr søga fyri vinnulívið.

Í Damnark hevur stjórnin sett umfatandi tiltøk í verk fyri at hjálpa vinnulívinum burtur úr støðuni. Endamálið við tí er at forða fyri, at arbeiðsloysið fer at veksa, men endamálið er eisini, at matstovueigarar, og onnur, ikki vilja halda seg til tey tilmæli sum eru, tí teir teir eru bangnir fyri at fara á húsagang.

Marita Rsmussen sigur, at Vinnuhúsið hevur eisini verið í sambandi við landsstýrið um støðuna, føroyska vinnulívið er komið í.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat hon segði um hetta á FM eitt fyrr í dag.