Samfelagið skal haldast gangandi og tí hevur landsstýrið nú samtykt ein hjálparpakka til føroyskar fyritøkur.
Endamálið er at forða húsagangum og uppsagnir og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður sigur, at eisini andstøðan tekur undir við hesum.
Lógin um dagpening verur broytt so at treytin um sjúku eisini fevnir um løntakarar og sjálvstøðugt sum sita í sóttarhaldi -eisini sjálvboðið sóttarhald, men sum ikki arbeiða heimanífrá.
Samstundis fáa arbeiðsgegvarar endurgjald fyri tað, tey rinda í sjúkradagpeningum og sjálvstøðug vinnurekandi fáa endurgjald fyri tær tryggingar tey tekna.
Somuleiðis fáa Arbeiðsgevarar endurgjald fyri fyrsta og annan sjúkradag frá landskassanum.
Lógin um ALS verður broytt so at skipanin fyri fiskavirki eisini verur galdandi fyri onnur. Tað merkir, at fólk, sum bara arbeiða avmarkaða tíð, fáa ein part av lønina frá ALS. Tey, sum fara niður í hálva tíð, fáa hálva løn frá arbeiðsgevarum og so eitt útgjald frá ALS fyri at avmarka lønarmissum.
Fyri at bøta um gjaldførið hjá fyritøkum sleppa fyritøkur frá at rinda mvg 10. mai, sum tey annars skulu, og sostatt skulu tey ikki rinda mvg fyrr enn næstu ferð, sum er 24. august, hvussu tá verður gjaldinum, sum skuldi fella til gjaldingar nú, veldst um hvussu støðan er tá.
Men tey, sum skulu fáa mvg aftur, fáa tað.
At vinnan sleppur undan mvg nú, merkir, at vinnan fær hava 400 millónir meiri í gjaldføri og hini tiltøkini fara at kosta minst 100 milliónir krónur Als.
Og so hevur danska stjórnin spurt um vit vilja vera við í eini skipan, har danskur vakstrargrunnur veitir trygd fyri lánum til føroysk vinnuvirki, og tað er eitt tilboð, landsstýrið hevur tikið av.
Tiltøkini verða eisini galdandi fyri útlendska arbeiðsmegi í Føroyum.