Corona: Fyrsti smittaði danin vorðin frískur

Tað er TV2, sum veit at siga, at smittaði danin, ið sum hin fyrsti danin fekk corona, nú av læknum er sagdur at vera frískur.

Í dag fekk Jakob Tage Ramlyng telefonuppringing frá lækna sínum, ið greiddi honum frá, at hann nú var frískur.

Ramlyng er ikki í karantenu longur.

Tað var hósdagin í síðstu viku, at hann fekk staðfest, at hann var smittaður við Covid 19. Harvið er ein vika gingin, frá smittan varð staðfest, til hann í dag er sagdur at vera frísikur.

Hann hevur ikki havt sjúkueyðkenni í eitt samdøgur, og serlækni hevur tí sagt hann frískan at vera.

Konan og børnini hjá Ramlyng høvdu ikki sjúkuna, vístu royndir.

Tey sótu tó øll í karantenu saman í fyrstu syftu, men síðan fór Ramlyng í aðra íbúð.

Men nú er Ramlyng aftur saman við familjuni.