Corona: Føroyar eyðmerkt Danmark sum reytt land

Corona: Í Degi og Viku í kvøld kom fram, at Føroyar hava eyðmerkt Danmark sum reytt land.

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, segði í sendingini, at Landslæknin og Atlantsflog nú siga Danmark at vera reytt land, og at nú verður tosað um, hvussu nú skal farast fram.

Spurdur, um tað var eitt mistak, at loyvi varð givið til, at fleiri flogfør úr Danmark í dag hava lent í Vágum, segði løgmaður, at tað var tað ikki. Men hinvegin hendir alt so skjótt, segði løgmaður, at tað alla tíðina henda broytingar, og at arbeitt verður útfrá hesum broytingum.

At Danmark er komið á reyða listan hevur óivað við sær, at flogferðslan úr Danmark kemur undir neyvari eftirlit, og  løgmaður heitti eisini á føroyingar í Danmark, útisetar, um ikki at ferðast til Føroya, uttan so at hetta er alneyðugt.