Lutaseðlarnir hjá B68, har høvuðsvinningurin var ein Toyota Corolla frá Reyni Service, eru nú drignir. Tann sum vann bilin var Jógvan Ingvard Olsen, fyrrverandi løgtingslimur, á Toftum.
Jógvan Ingvard fylti 80 ár hósdagin 8. juli, tann dagin tá bilurin varð handaður honum hjá Reyni Service í Hoyvík.
Bilurin er ein silvurlittur Toyota Corolla 1.4 D-4D Luna til eitt virði upp á 250.000 krónur. Jógvan Ingvard sigur, at fyrsti bilur hann keypti sær var eisini ein Toyota Corolla í 1974.










