Cornflakes

- er merkivøran veruliga betri?

Nei, tað er hon ikki!

So er tað avdúkað og sett uppá pláss. Kenda merkivøran innan cornflakes, Kellogg’s, er eftir mínum tykki ikki betri vøra enn tær 3 ’private labels’, ið verða ummældar í dag. Tað kundi fyri tað verið júst sama vøra framleidd á sama virki. Bert pakningurin er ymiskur. Undantikin er tann hjá Änglamark. Hon er øðrvísi. Og betri.

Hvat er so private label? Tað er vøra, ið ein handilsketa fær framleidd til sín sjálvs. Soleiðis at skilja, at handilsketan sjálv marknaðarførir við egnum pakningi. Sum oftast er private label ein bíligari vøra enn kendu merkini, men góðskan á vøruni er ikki sjáldan minst líka góð sum merkivørurnar. Tað er eisini longu staðfest í fleiri Matummælum. Tað finnast oftani ymisk sløg av private label, ið verða marknaðarførd eftir serligum leisti. Eitt nú nevnda Änglamark, har vistfrøðin og eitt minstamark av góðsku er í hásæti.

Men psykologisku kreftirnar í merkivørum er óhugnaliga stór. Vit ynskja næstan at keypa søguna og vakra pakningin hóast at vit innast inni vita betur. Tað skal tó líka leggjast afturat fyri rættvísið, at nógvar merkivørur innan onnur matøki eru framúrskarandi og væl frammanfyri private labels.

Hvat eta føroyingar til morgunmat? Og eru tit nógv, ið als ikki eta morgunmat? Hava ov nógvan skund, tíma ikki ella orka ikki? Kanningar vísa, at góð og sunn morgunmáltíð økir um trivnaðin, at halda vektina og ikki minst økir innlæringsevnini hjá skúlabørnum. Men hvat er ein góður morgunmatur? Tað kann vera so nógv. Summi eta havragrýn ella havragreyt. Tað telist ivaleyst millum bestu sløgini. Onnur svørja so til cornflakes. Tað er eisini hampulig máltíð hóast ikki er talan um fullkorn. Men um tað ikki inniheldur ov nógv sukur og verður sett saman við lættimjólk og fríska frukt og nøtir, so er ikki so galið. Tað er í hvussu so er betur enn ein kaffimuður og brúnakaka til ábit. Ella einki at eta.

3 sløgini av cornflakes í dag eru sum longu nevnt rættiliga lík, men tá ið umræður føðsluvirði eru tey øll 4 jøvn. Sukurinnihaldið er nakað tað sama. Eingin beinleiðis sukurbumba, sum vit annars kenna fra ’sukurglaseraðu’ morunmatarsløgini.  Men tað kann vera beista-torskilt at lesa føðsluvirði-innihaldið. Tú skalt samanbera nýggja GDA-merkingin, ið bara Kellogg’s nýtir, og so føðsluvirðini pr. 100 g og pr. verð (30 g) – við og uttan mjólk. Skjótt at gerast í øðrviti.

Skoðsmálini eru latin í mun til smakk og broyskni.

Annars kann eg viðmæla cornflakes sum tað verður etið, tá ið eg búði í Miðamerika á sinni: Við heitari mjólk og skornum bananum. Yummi!

Hvør uppfann so cornflakes? Fleiri vilja eiga hendan heiður, men ein søga fortelur so, at tað vóru teir báðir amerikansku brøðurnir Will Keith og John Harvey Kellogg sum í 1894 – av tilvild – komu at gera tað sum vit í dag rópa fyri cornflakes.


Kellog’s (FK),

kr.32,95/600 g (kr. 54,92/kg)

Góður smakkur, meðalhart snerkt. Tjúkkar flykrur.

4 stjørnur ****


Änglamark Vistfrøðilig (FK),

kr. 27,95/500 g (kr. 55,90/kg)

Sera góður smakkur. Ljósar, tunnar og fínar flykrur. Lættsnerktar.

5 stjørnur *****


X-tra (FK),

kr. 15,95/500 g (kr. 31,90/kg)

Góður smakkur í hesum meðalhart snerktu og tjúkku flykrunum.

4 stjørnur ****


SuperGros (Miklagarður),

kr. 15,00/500 g (kr. 30,00/kg)

Somuleiðis ein góður smakkur. Tjúkkar og meðalhart snerktar flykrur.

4 stjørnur ****