Dansk føroyski truckara rock bólkurin Raped in Reno, við Corfitz brøðrunum Heina og Eiriki leita eftir nýggjum trummuleikara, eftir at Erik Aaberg gavst í bólkinum.
Raped in Reno boða á Facebooksíðu sínari frá, at ósemja er orsøkin til, at trummuleikarin er givin.
Raped in Reno er spennandi verkætlan við teimum báðum The Dreams limunum Heina og Eiriki. Bólkurin spælir egin løg, og hevur hóast bert fáar konsertir á baki, vakt somikið stóran ans, at teir nærkast einum plátusáttmála.
Heini Corfitz sigur við in.fo , at hann følir, at Raped in Reno er ekta Rock'n. Roll, og at teir hava fatur í onkrum øgiliga feitum.
Limirnir vísa aftur, at bólkurin er í upploysn, og hava longu fingið ein fyribils trummara at avloysa til nýggjur trummari er funnin.