Corazon Aquino deyð

Corazon Aquino, yrrverandi forseti í Filipsoyggjunum, er deyð, og myndugleikarnir hava lýst landasorg í 10 dagar. Aquino, sum var 76 ára gomul, doyði av krabbameini, sum hon fekk fyri umleið einum ári síðani.

Corazon Aquino varð vald til forseta í Filipsoyggjunum í 1986, eftir at fólkið hevði noytt einaræðisharran Ferdinand Marcos frá. Fleiri ferðir varð roynt at beina fyri henni, og í 1992 gjørdi hon av at taka seg burtur úr politikki.

Corazon Aquino var gift við andstøðupolitikaranum Benigno Aquino, sum bleiv myrdur í floghavnini í Manila í 1983, tá hann kom aftur úr útlegd.