Nógvir føroyingar eru vanliga á danska tónleikafestivalinum Copenhell.
Festivalurin varð í gjár raktur av eldsbruna. Í einum garði við bingjum á Refshalevej í Keypmannahavn, kom eldur í bingjur, og í eldinum hvarv ein partur av Copnenhell. Tað upplýsir festivalurin á facebook.
Í nøkrum av bingjunum var innbúgv hjá festivalinum, og annað, ið ger festivalin serstakan, so sum benkur, skelti, skøltar og annað til pallin. Nógv av tí, sum arbeiðsfólk, og samstarvsfelagar hava lagt orku í, er burtur, siga fyriskipararnir.
Ongin mansskaði hendi av eldinum.
Men festivalurin við harða tónleikinum leggur tó ikki árarnar inn, men sagt verður, at Copenhell aftur er á skránni í juni 2021.