Fyri aðru ferð upp á tveir dagar, er seinna finalan í Copa Libertadores millum arvafíggindarnar úr Argentina, River Plate og Boca Juniors, útsett.
Les eisini: Spælarabussurin er álopin
Upprunaliga skuldi seinna finalan í Copa Libertadores, sum svarar til Champions League í Evropa, spælast leygarkvøldið. Fyrra finalan á heimavøllinum hjá Boca Juniors endaði við javnleiki 2-2.
Leygarkvøldið bleiv spælarabussurin hjá Boca Juniors álopin uttanfyri leikvøllin hjá River Plate, har áskoðarar kasta fløskum og øðrum. Fleiri rútar brotnaðu og spælarar fingu skaða. Fyrst bleiv finalan útsett í tveur tímar. Síðani bleiv hon fyribils útsett til sunnukvøld.
Í gjár komu so boð um, at Copa Libertadores finalan aftur er útsett. Boca Juniors hevur sent inn umbøn, har víst verður á at spælarar hjá teimum enn eru ávirkaðir av álopinum. Alejandro Dominguez, forsetin í Suðuramerikanskafótbóltssambandinum sigur, at so leingi at fortreytirnar ikki eru eins góðar fyri bæði liðini, so verður finalan ikki spæld.