Copa del Rey steypið yvirkoyrt

Real Madrid vann í gjár sponsku steypakappingina. Ringastu timburmenninar hevur helst steypið sjálvt, sum varð yvirkoyrt av einum bussi. Sum sigur er tá steyp er vunnið, so vóru Real Madrid leikarnir koyrdir runt í Madrid at vísa steypið fram. Fyri steypið gjørdist møtið við Real Madrid høgrabakkinum, Sergio Ramos, endin á kvøldinum. Sergio Ramos, sum stóð fremst á bussinum, misti steypið, sum datt niður á vegin og varð síðani yvirkoyrt av bussinum.

 

Sky Sports veit at siga, at steypið er komið til skaða, men er ikki í lívsvanda. Steypið verður skurðviðgjørt og avvarandi hava góðar vónir um, at steypið aftur ferð at líkjast sær sjálvum.

 

Sergio Ramos hevur umvegis Twitter greitt frá, at tað var ikki hansara skyld, at steypið datt úr bussinum. Sambært Sky Sports, so sigur hann at tað var steypið sjálvt, ið hoppaði úr bussinum. Steypið hevur fyribils ongan viðmerking til hendingina.

 

Tað er framvegis ógreitt, um hetta kemur at hava ávirkan á møguleikarnar hjá Real Madrid at vinna Champions League steypið, sum er upp aftur størri enn Copa del Rey steypið.

 

Hendingin kann síggjast HER (http://www.youtube.com/watch?v=NXxSuzRpTps)

(Youtube brot)