Tveir dystir vóru spældir í Copa Amerika í gjár, teir vóru báðir í bólki B. Messi og Argentina hava havt tað trupult higartil, og í gjár skuldi Argentina vinna fyri at koma víðari. Argentina vann avgerandi dystin ímóti Quatar 2-0. Úrsliti úr hinum dystinum, var eisini til fyrimun fyri Argentina. Hin dysturin var ímillum Colombia og Paraguay, og hann endaði 1-0 til Colombia.
Argentina er víðari, og tað sást á spælinum í gjár, at Argentina skuldi vinna. Lautaro Martinez skoraði forloysandi málið aftaná bert fimm minuttir. Argentina bleyv við at trýsta, og avgjørdi dystin, við máli frá Sergio Aguero, tá ið bert ein lítil løta var eftir av dystinum.
Í hinum dystinum stýrdi Colombia. Í stórum pørtum av dystinum bíðaðu Colombia spælarirnir eftir mótálopi. Colombia fekk fyrsta og einasta málið í dystinum aftaná ein hálvan tíma. Colombia hevur verið ótrúliga sterkt higartil í kappingini, og hevur eisni fult stigatal eftir trýggjar dystir, og er víðari á fyrsta plássi í bólki B.
stigatalvan í øllum bólkunum kann síggjast HER
Ongin dystur í Copa Amerika er í nátt, men tveir dystir eru í annaðkvøld. Dystirnir eru báðir í bólki C og teir eru ímillum Chile og Uruguay og Ecuador og Japan.











