Krevjandi brasilski fótbóltsalmenningurin hevur lagt stórt trýst á álopsstjørnuna hjá FC Barcelona, Neymar, at hann skal verða maðurin, sum skal vaska skommina burtur hjá brasilska fótbóltslandsliðnum, aftaná eyðmýkingina á heimavølli til HM-endaspælið í fjør, tá Brasil tapti HM-hálvfinaluna 1-7 ímóti Týsklandi.
Nú skuldi Neymar ganga á odda til Copa America kappingina í Kili, men soleiðis skuldi ikki verða.
Neymar gjørdi sær fyri skommum fyrradagin, tá Brasil tapti 0-1 ímóti Kolumbia. Fyrst fekk hann gult kort fyri at føra bóltin við hondini, og aftaná dystarlok fekk hann beinleiðis reytt kort fyri at stúta málskjúttan hjá Kolumbia, Jeison Murillo.
Suðuramerikanska fótbóltssamgongan, CONMEBOL hevur givið Neymar eitt leikbann uppá fýra dystir, sum merkir, at hann kann ikki spæla fleiri dystir í Copa America kappingini.
Ì morgin spælir Brasil ímóti Venesuela, sum annars vann 1-0 á Kolumbia. Kolumbia spælir ímóti Peru, sum vann 1-0 á Venesuela. Brasil vann 2-1 á Peru, so øll fýra liðini í bólkinum hava trý stig, so tað er háspenningur um hvør vinnur seg víðari, og eisini spenningur um Brasil megnar at gera nakrar skreytir uttan Neymar.