Tað eydnaðist í nátt at fáa eina semju á ST-veðurlagsráðstevnuni COP16. Øll londini tóku undir við semjuni uttan Bolivia. Bolivisku umboðini vildu ikki taka undir við semjuni, tí hon áleggur ikki teimum einstøku londunum at skerja CO2-útlátið.
Men endin varð, at meksikanski uttanríkisráðharrin, Patricia Espinosa, skar ígjøgnum staðfesti, at ráðstevnan var samd, men at boliviska støðan bleiv tikin til eftirtektar.
Sambært semjuni skal altjóða samfelagið stovna ein grønan grunn, ídnaðarlondini skulu rinda menningarlondunum, afturfyri at tey steðga skógarhøggingini, og menningarlondini skulu fáa atgongd til nýggja umvhørvisvinarliga tøkni.
Hinvegin kundu londini ikki semjast um, hvussu nógv hvørt einstakt land skal skerja sítt CO2-útlát, og tí bleiv spurningurin útsettur til næstu ráðstevnuna, sum verður í Durban í Suðurafrika um eitt ár.










