COP 15 – Karmar, men eingin ætlan

COP 15 er ein greið staðfesting av at tað vit síggja í heiminum í dag ikki er ein alheimsgerð, har statirnir fella burtur, men heldur eina skipan við nýggjum krøvum til samstarv millum statir – tað er altjóðagerð og ikki alheimsgerð. Staðfestingin byggir ikki bert á at statir ikki vilja geva vald frá sær, men at statirnir eru eindirnar sum skulu íverkseta altjóða semjur og tí ber ikki til at arbeiða uttanum statirnar.

Øll samd
COP15, sum er partur av ST skipanini, krevur at semja er um avgerðir, øll lond skulu taka undir við niðurstøðuni. Talan er ikki um at sannføra ein meiriluta, men um at finna ein leist øll londini kunnu semjast um. ES hevur við Lissabon sáttmálanum júst gjørt eina skipan har nógv økir fara frá at krevja einsæris semju til meirilutaavgerðir, fyri at kunna arbeiða betri og skjótari. Men ES er eisini nakað heilt annað enn, at finna felags stev á veðurlagsøkinum millum øll heimsins lond.
Er ST loysn tað rætta?
Skulu vit burtur frá einum sterkum ST? Tað er ein sannroynd, at USA ongantíð hevur vilja lagt størri vald til ST. Serliga republikanar hava verið kritiskir. Kritikkurin er bæði tí at man ikki ynskir at hava eina skipan yvir sær eins og Kina, og tí at við einari “veikari” ST skipan er størri tørvur á einum sterkum USA. Í USA fer eisini at koma eitt kjak um hvørt ST er rætta forum at loysa eina støðu sum veðurlagsbroytingarnar. Vit síggja, at talan var um ein óformligan G20 fund(umframt nøkur fá onnur lond), sum kom við einum semjuuppskoti til COP15. Tað verður kanska í G20, at vit síggja slíkar trupulleikar koma fram og finna sína loysn í framtíðini. Tað er sannlíkt at heimsins týdningarmestu lond fara at brúka eitt slíkt felags forum til at skipa karmarnir ístaðin fyri slítandi fundarráðstevnur, sum COP 15 vísti seg at verða. Kanskar serliga tí talan er um avgerðir, sum fáa stóran týdning fyri kappingarstøðuna á heimsmarknaðinum í framtíðini. Heldur ikki er ivi um, at vinnulívið fer at dríva ein part av tilgongdini at fáa felags karmar á økinum, tí nógvir pengar eru í sonevnda cleantech vinnugeiranum.
Eftirlit
Heilt stóra ósemjan við Kina var um altjóða eftirlit við útláti og fyri Kina bleiv hetta lagt fram, sum ein fullveldisspurningur. Tað var at gera seg inn á kinverskt fullveldi at krevja eftirlit á henda hátt. USA hinvegin helt fast um, at hagtøl frá kinverjum sjálvum var ikki nøktandi. Hesin spurningurin handlar í veruleikanum um at tryggja sær at annar parturin ikki fær eina betri kappingstøðu enn hin, altso at USA tryggjar sær, at man ikki hevur harðari krøv til sína vinnu enn Kina hevur. Her er WTO ein týdningarmikil partur, tí royndirnar við upptøkuni av Kina í WTO vísa, at tað bleiv gjørt uttan at seta nóg strang krøv og har er sera trupult at koma afturumaftur. USA metir m.a. at Kina hevur fingið ov nógvar fyrimunir. Hetta er m.a beinleiðis orsøkin til at tað hevur verið so trupult hjá Ruslandi, at fáa WTO limaskap.
Valdið og heiðurin
Tað er heilt givið, at serliga danski formansskapurin, men eisini flestu ídnaðarlondini høvdu undirmett tann veruleika, at nógv menningarlond ikki longur góðtaka at verða í aðru røð. G20 fundirnir fyrr í ár vitna um hetta. Vit sóu eisini eitt samanhald millum menningarlond, sum ikki er vanligt og so sóu vit eitt Kina, sum m.a hevði sum mál at vísa fyrst og fremst sær sjálvum, men eisini heiminum, at Kina nú er eitt av heimsins superveldum. Tí var endin á COP 15 eisini ein greið staðfesting av kinverskum valdi. Kinverska politiska leiðslan brúkti høvið, at fáa heiðurin við at seta hart ímóti hørðum og sostatt eisini vísa kinversku borgarunum, at Kina veruliga er eitt superveldi, sum torur at tala USA beint ímóti. Tað, sum danski formansskapurin serliga dumpar uppá, er mangulin uppá grundleggjandi mentannarfatan, sum hevði kunnu sæð, at hvørki Kina ella menningarlondini sum vanligt bara ætlaðu at fylgja ídnaðarlondunum. Tað er tó als ikki vist, at nøkur avtala hevði komið allíkavæl, tí tað var ringt at meta um dynamikkin í samráðingunum, tá alt var øðrvísið enn tað plagar.
Samráðingar “live”
Fyri bert fáum árum síðan høvdu vit ikki vitað nakað um hesar hørðu samráðingarnar meðan tær vóru. Vit høvdu ikki fingið nakra kunning fyrr enn alt var liðugt. Kanska er tað betri við einari opnari tilgongd, har partarnir brúka spinn fyri at eiga miðlatyngdina. Kanska er tað verri, tí innihaldiðikki kemur fyrst. Líkamikið hvat ein heldur, so er støðan, at tíðin við afturlatnum fundum er farin. Um ikki COP 15 var varpað beinleiðis á alnótini, so var tað bara smærri bitar frá fartelefonum, sum bleiv víst í heimsins miðlum, og kundi hyggjarin ikki sjálvur gera sína heildarmeting.
Tekur tíð
Men um vit taka avgerðandi framtbrot í søguni, so tók tað tveir mánaðar at samráðast um ST yvirlýsingina í SanFrancisco í 1945; tað tók meira enn tríggjar vikur at samráðast um heimsbankaskipanina í Bretton Woods í 1944. Tær samráðingarnar sigast at hava verið so harðar millum Stórabretland og USA, at heimskendi bretski búskaparfrøðingurin John Maynard Keynes fekk hjartatilburð og kom ikki rættiliga fyri seg aftur eftir hetta.
Tað vit síggja í hesum er, at tað hevur tikið vikur og mánaðar at fáa nýggjar skipanir uppá pláss, og kanska ber tað bara ikki til at gera tað uppá tvær vikur í Keypmannaahavn. COP 15 niðurstøðan er ikki serliga ítøkilig og brúkbar, men tiltgongdin vísir, at heimurin er broyttur. Kina hevur staðfest sína støðu og menningarlondini hava fyri fyrstu ferð víst veruligt samanhald, og gerast harvið eisini ein partur av nýggja valdsásanum. Men at gera eina nýggja skipan, sum umfatar stýring av øllum heiminum, tekur tíð.....og tí er heimurin á veg og tað er ikki bara veðurlagsøki; altjóða samstarv, skal finna sína javnvág. COP 15 niðustøðan hevur eitt mál um at hitin ikki má vaksa meira enn tvey hitastig, men einki um hvør ger hvat og nær, so talan er um mál uttan ætlan.