Bogi Eliasen, cand.scient.pol
Mánadagin byrjar nógv umrødda veðurlagsráðstevnan COP15 í Keypmannahavn. Endmálið við ráðstevnuni hevur verið at fingið eina nýggja avtalu sum tekur við, tá tíðarskeiðið fyri Kyotoavtaluna rennur út í 2012. COP (Conference of the Parties) er ein árlig ráðstevna, sum verður skipað av UNFCCC (United Nations Framwork Contract on Climate Change), sum kann sigast at verða umhvørvisparturin í ST. UNFCCC, bleiv sett á stovn í samband við umhvørvisráðstevnuna í Rio de Janeiro í 1992 og fekk virkni í 1994. Í dag eru 192 lond limir í UNFCCC.
Tað eru 4 høvðuspunkt á skránni í samband við COP 15 fundinum í Keypmannahavn:
• Tálma útlát
• Veðurlagstillaging í fátøkum og viðhvomum økjum
• Tøknimenning og spjaðing av tøkni, serliga at geva triðjaheimslondum atgongd til tøkni
• Fígging og íløgur í samband við nýggja avtalu, her verður eisini hugsað um menning av triðja heiminum.
Bali ráðstevnan
COP 13 ráðstevnan á Bali fyri tveimum árum síðan setti Keypmannahavnar fundin sum mál og evstamark fyri at fáa eina nýggja avtalu at avloysa Kyotoavtaluna. Bali-niðurstøðan nágreinar tó ikki um talan skal verða um eina politiska ella løgfrøðisliga bindandi avtalu, bert at semjast skal fáast ílag.
Ymisk áhugamál
Nógv áhugamál skulu verjast tá stórar altjóða avtalur, sum binda lond í teirra innlendis rásarúmi, skulu gerast. Áhugamálini hjá ymsu londunum eru ymisk og sigast kann, at tað er stórur munur millum fatanirnar hjá ídnaðar- og menningarlondunum. Ríku ídnaðarlondini hava verið bundin av Kyotosáttmálanum at minka um útlát. Menningarlondini hava ikki havt hesa binding. Støðan er nú tann, at fleiri menningarlond bæði vaksa skjótt og dálka illa. Serliga USA hevur lagt dent á, at størru menningarlondini eisini skulu hava krøv. Her verður serliga hugsað um Kina. USA hevur fleiri ferðir víst á, at talan verður ikki um nakra avtalu uttan Kina. Men eisini verður roknað við at onnur menningarlond skulu hava krøv. Minst mentu menningarlondini, sonevndu LCD; sleppa helst undan bindingum
Bólkar
Bólkarnir av londum í samband við COP 15 fundin eru nógvir, men serliga er tað tvístøðan millum ídnaðarlond og menningarlond, sum er sjónlig. Tað er ein breið fatan í menningarlondunum, at ídnaðarlondini eiga ábyrgdina at mannaelvdu veðurlagsbroytingunum, og tí eisini eiga at bera kostnaðin av hesum og samstundis loyva menningarlondunum at menna seg. Á fyrireikandi fundi í Barcelona í november var greitt, at stór ósemja enn er um, hvussu stór minkingin av útláti skal skipast, hvussu fígging av átøkum skal verða og um triðjaheimslond eisin skulu hava bindingar í mun til útlát.
Politiska spælið
Ein altjóða veðurlagsavtala er nógv meiri umfatandi enn at sannføra statsleiðarar, hvørs høvuðsábyrgd er í teirra egna landi. Tí er tað avgerðandi neyðugt hjá statsleiðarum at fáa eina avtalu, sum er best møgulig fyri teirra land, og sum politiska skipanin í teirra landi kann taka undir við, tá hon skal góðkennast.
Stóra myndin í altjóða politiska spælinum er, at Kyoto avtalan setti krøv til ídanaðarlond um at skerja í útláti. USA setti ongantíð Kyoto avtaluna í verk, tí politisk undirtøka ikki var fyri henni í USA, hóast hon var undirritað. Nú nýggj avtala skal gerast, hava ídaðarlondini og serliga USA víst á, at menningarlondum eisini skulu vera sett krøv í hesi avtalu. Orsøkinar eru serliga tvær; um skjótt vaksandi menningarlondini ikki eisini fáa krøv, so er tað kappingaravlagandi í mun til heimsmarknaðin. Og at tað hjálpir ikki uppá alheimsdálking, at flyta dálkandi framleiðslu úr einum ídnaðarlandi til eitt menningarland, sum jú eisini samstundis tekur arbeiðspláss frá ídnaðarlondum. Tá ES samráddist um síni 20/20/20 krøv gjørdi týski kanslarin Angela Merkel beinanvegin greitt, at Týskland undir ongum umstøðum fór at taka undir við einum leisti hvørs avleiðing var, at týsk arbeiðspláss blivu flutt til menningarlond, samstundis sum savnaða dálkingin í heimshøpi var tann sama.
Obama hevur arbeitt hart við at fáa politiskan stuðul til eina veðurlagsavtalu, tí hann ynskir ikki at enda í somu støðu sum Clinton, sum ikki fekk Kyoto avtaluna góðkenda í tinginum. Hinvegin, so hevur Obama lagt mestu orkuna í at fáa eina nýggja heilsuskipan uppá pláss í USA. So sigast kann, at raðfestingar í innlendis amerikonskum politikki hava stóra ávirkan á hvat ber til og ikki á Keypmannahavnarfundinum. Og tí eru heimsins eygu eisini vend ímóti politisku viðgerðini í USA um teirra framtíðar politikk á hesum øki. Veðurlagsavtalan setir karmar fyri framtíðar vinnu og skal finna ein leist fyri burðardyggari menning av menningarlondum, og tí er talan um eitt torskilt politiskt spæl, sum umfatar nógv meiri enn at tálma útláti. Avtalan kann fáa ávirkan á framtíðar búskaparpolitisku valdsjavnvágina í heiminum, og at veðurlag og umhvørvi tykist at hava so stóra ávirkan, at evni nú eisini er ein fastur táttur í trygdarpolitikki.









