Danisbandsfestivalurin í Vági avdúkaði í sendingini Upp á tá í gjárkvøldið fyrsta navnið til Dansibandsfestivalin í 2020, nevniliga Contrazt.
- Vit eru sera fegin um, at norsku Contrazt komandi ár leggja leiðina til Føroyar, til Vágs at spæla á Dansibandsfestivalinum, siga fyrireikararnir.
Contrazt er eitt av spennandi dansibands-nøvnunum í Norra. Contrazt varð stovnað í 2004 og hevur síðani verið fastur gestur á dansibandspallum í øllum Norðurlondum, og komandi ár gongur leiðin so til Vágs.
Dansibandsfestivalurin í Vági er í døgunum 1. til 3. mai 2020.










