Fyrrverandi KÍ-álopsspælarin Denni Conteh var annar málskjúttin, tá ið danska 2. Deildarliðið Slagelse í gjár vann ímóti B93. Slagelse spældi á heimavølli, og longu eftir seks minuttir var Denni Conteh upp á spæl og skoraði fyri Slagelse. Í seinna hálvleiki økti Rasmus Festersen til 2-0, og tað gjørdist úrslitið av dystinum.