Conteh skal hjálpa Slagelse

Farna vikuskiftið spældi Denni Conteh venjingardyst fyri Brønshøj, og hann skoraði í hesum dysti

Tað hevur eftir øllum at døma fingið danska 2. deildarliðið Slagelse upp úr stólinum, tí nú hevur felagið gjørt sáttmála við álopsspælaran.

- Vit hava eitt sera ungt lið, og tí hava vit leitað eftir nøkrum spælarum við royndum. Vit hava fingið John Sandberg til verjuna, og nú hava vit so fingið Denni til álopið, sigur Gert Hansen, ítróttarstjóri í Slagelse.