Conteh hjálpir Toda

Eftir at Fremad Amager hevði tapt 3-0 á heimavølli í gjár, kom tað væl við hjá Toda Jónsson og føroysku spælararnar í felagnum at frætta, at Brønshøj, sum er felagið, sum kann hótta Fremad Amager, tapti 2-1 í Slagelse. Hjá Slagelse var tað fyrrverandi KÍ álopsspælarin Denni Conteh, sum var stóri maðurin. Brønshøj legði seg á odda í 3. minutti, men seinnapartin av 2. hálvleiki skoraði Slagelse tvær ferðir. Í báðum førum var Denni Conteh málskjútti. Sigursmálið skoraði hann í síðsta minutti.