Contador smílist

Navnið á Contador varð frammi, tá Operacion Puerto fór ígongd í fjør. Eitt átak, sum skuldi viðvirka til, at doping varð rikin úr súkklingini. Nakað sum tó ikki heilt er eydnast...

24 ára gamli spaniólin, sum nú súkklar í gulum, leggur tó eina við, at hann ikki er dopaður ? ella hevur verið tað.

- Eg eri reinur ? annars var eg ikki her. Eg havi verið tøkur til allar testir ? bæði í og uttanfyri kapping, sigur Contador.

Men hóast hann sjálvandi fegnast, nú hann súkklar í gulum, so vil hann ikki gera viðmerkingar til, hvørt tað var rætt ella ikki, at Michael Rasmussen varð tikin úr kappingini, tá hann hóast alt ikki er testaður positivur.

- Eg kenni ikki nóg nógv til avgerðina til at hava nakra meining um tað. Eg varð bilsin, tá eg hoyrdi tað, var einasta viðmerkingin, sum Contador vildi gera til hetta.