Contador í serflokki

Í hesum døgum verður súkklað kring Spania í stóru Vuelta a Espana, og í løtuni tykist eingin kunna gera nakað við Alberto Contador. Leygardagin skræddi hann feltið sundur á sonevndu kontaetapuni upp eftir Alto de L’Angliru, og í gjár vann hann eisini 14. etapuna. Tað er á fjallastrekkjunum, at stóru súkklukappingarnar vanliga verða avgjørdar, og sum Contador hevur súkklað hesar seinastu dagarnar, bendir alt á, at tað verður hann, sum kann koyra í gulum seinastu dagarnar.