Contador góðtekur dómin

Spanski súklarin Alberto Contador segði á tíðindafundi í kvøld, at hann góðtekur dómin, sum hann fekk í gjár, og sum útilokar hann frá súklukappingum í tvey ár. Men dómurin er við afturvirkandi gildi frá 2010, og tí kann Contador kappast aftur aftan á tann 5. august.

 

Altjóða ítróttardómstólurin CAS dømdi í gjár Contador, tí spaniumaðurin kundi ikki greiða frá, hvussu tað bar til, at ein blóðkanning í 2010 vísti, at hann hevði evnið clenbuterol í blóðinum. Hetta evnið er á listanum yvir dopingevni. Umframt tvey ára karantenu misti Contador sigurin í Tour da France í 2010 og sigurin í Giro de Italia í fjør.

 

Contador segði á tíðindafundinum í dag, at hann hevur valt at góðtaka dómin, hóast hann hvørki skilir dómin ella revsingina.

 

Alberto Contador súklar fyri danska felagið Team Saxo Bank, og tað fer hann framhaldandi at gera, segði Bjarne Riis, liðeigari á tíðindafundinum.