Contador avdúkaði veikleika

Sum væntað svaraði dagsins tenur í Tour de France ymsum spurningum, sum hava staðið ósvaraðir, síðani kappingin byrjaði. Fyri fjepparar hjá danska liðnum Saxo Bank Sunguard avdúkaði dagurin tíverri, at liðskiparin, Alberto Contador, er kanska ikki so sterkur í ár. Í hvussu er megnaði hann ikki at fylgja við, tá Frank Schleck setti spurtin inn, og hann megnaði heldur ikki at fylgja teimum næstu, teirra millum Andy Schleck. Tað gjørdi, at Contador misti 33 skund til Frank Schelck og 13 sekund til Andy Schleck, Cadel Evans og Ivan Basso.

 

Dagsins vinnari bleiv spaniumaðurin Samuel Sanchez, sum súklar fyri spanska felagið Euskaltel-Euskadi. Thomas Voeckler er framvegis í teirri gulu føraratroyggjuni.