Í mánaðir hava føroyingar bíða í spenningi eftir nær føroyska Connie Brockie kemur við í sendingina Paradise Hotel, og nú noyðast føroyingar ikki at bíða nógv longur Nú er tolið við at verða uppi hjá føroyingunum, ið hava bíða í nógvar mánaðir eftir at síggja føroysku Connie Brockie í vælumtóktu sendirøðini Paradise Hotel.
Hóast hon ikki kann seta dagfesting á júst enn, so staðfestir hon, at nú er ikki leingi eftir at bíða.
- Eg veit, at fólk byrja at ótolnast, men eg kann nú vátta, at tað verða bert nakrar fáar sendingar aftrat, áðrenn eg komi inn, sigur hon.
Fyri tey, ið hava fylgt sendirøðini, er spenningurin í hásæti, og tað sum er fari av hesari vikuni hevur prógvað, at alt kann henda í Paradísi.
- Tað er stuttligt at síggja tað, sum eg havi hoyrt so nógv um frá hinum luttakarunum, og eg gleði meg at síggja meg sjálvan á skíggjanum, sigur Connie.
Nú løtan nærkast, og sendirøðin skjótt skal bjóða føroysku Connie vælkomin, økist spenningurin alsamt.
- Eg eri spent at síggja, hvussu eg taki meg út á skíggjanum. Tað er týdningarmikið at fólk hava í huga, at tað er hóast alt eitt spæl, og at tað ikki lýsir meg sum persón, sigur hon
Víðari sigur hon.
- Eg eri eitt sindur fjálturstungin um hvussu míni nærmastu fara at reagera, tá ið tey síggja meg á skíggjanum, men mín samvitska er rein, sigur hon.
Spurd um, hvat hon gleðir seg mest til, svarar Connie soleiðis.
- Eg gleði meg at sleppa undan at svara øllum spurningunum, um nær eg komi inn, sigur hon.