Connie í Paradísi mánakvøldið

Loksins verður føroysk Connie Brockie at síggja á skíggjanum hjá TV3, og verður tað mánakvøldið kl. 21, tá ið sendirøðin Paradise Hotel heldur fram Umsíður verður danska sendirøðin Paradise Hotel kryddrað við føroyskum íkasti, tá ið Connie Brockie fyri fyrstu ferð verður partur av umtóktu sendirøðini mánakvøldið.

 

-Eg gleði meg at síggja meg sjálvan á skíggjanum, men eg eri rættiliga fjálturstungin yvir hvat føroyingar fara at halda, sigur Connie Brockie.

Tað eru fleiri mánaðir síðani at Sosialurin kunngjørdi, at Connie Brockie var við í Meksiko, tá ið afturvendandi sendirøðin Paradise Hotel bleiv framleidd. Síðani tá hava føroyingar bíða í spenningini eftir at síggja Connie á skíggjanum, og umsíður verður tað til veruleika.

Vit fara allarhelst at síggja nógv meira til Connie Brockie komandi vikurnar, og fyrsta høvið verður mánakvøldið kl. 21.00

 

-Eg fari í Bowlinghøllina í Havn at hyggja eftir fyrstu sendingini við mær í, og øll vinfólk og áhugaði annars eru vælkomin við, sigur Connie Brockie. Bowlinghøllin vísur fyrstu sendirøðina á stórskíggja, og latið verður upp fyri øllum áhugaðum.