Lars Løkke Rasmussen hevur fyrrapartin latið upp í hendurnar á Connie Hedegaard at royna at fáa eina avtalu burtur úr veðurlagsráðstevnuni. Tað var á røðarapallinum í Bella Centrinum, at Lars Løkke Rasmussen boðaði frá, at Connie Hedegaard stendur aftur á odda fyri samráðingunum.
Uppgávan hjá henni er nú at leiða samráðingarnar í einum arbeiðsbólki. Lars Løkke Rasmussen segði í røðuni, at arbeiðsbólkurin fær eina sera stutta freist til at koma við einari loysn.