Hørðu orðini frá hinum spælarunum vóru orsøkin til, at kenslurnar hjá Connie tóku yvirhond í sendingini Paradise Hotel í gjárkvøldið. Ongantíð áður hevur ein luttakari í Paradise verið so illa móttikin, sum føroyska Connie bleiv í gjár. Í gjárkvøldið var aðru ferð, at Connie tjekkaði inn í Paradise Hotel.
?Du er en idiot?
Fyrsta uppgávan, ið Connie fekk á Paradise, var at velja sær ein drong at taka við á date. Hesin sami drongurin var upprunin til tárini hjá Connie. Kaldur og kyniskur legðist hann eftir henni, og sum nýggjasti gestur á Paradise, kendi Connie seg heldur einsama.
-Eg var púra frá mær sjálvari. Eg skilti ikki, at eitt menniskja kundi uppføra seg soleiðis, sigur Connie Brockie.
Kvinnurnar bakkaði Connie upp
Hóast summi vóru heldur óvinalig við Connie, so vóru kvinnurnar á Paradise als ikki samdar við atburðin hjá manninum. Millum annað segði ein av luttakarunum, Line Marie, soleiðis um hørðu orðini.
-Tað er langt úti, at hann uppførir seg soleiðis móti einum nýggjum gesti. Um eg fái møguleikan at sparka hann út av Paradise, skal eg við gleði gera tað, segði hon
Í dag er alt øðrvísi
Hóast Connie var skelkað av móttøkuni í Paradise, so sigur hon, at í dag eru tey øll vinir.
-Tað er týdningarmikið at hava í huga, at Paradise Hotel er eitt spæl, har allir luttakararnir noyðast at verða taktiskir. Men í dag, uttanfyri Paradise, eru vit øll vinir, sigur hon.
Næsta sendingin við føroysku Connie Brockie verður á skíggjanum hjá TV3 í kvøld, og tá verður høvi hjá øllum luttakarunum at seta spurningar til hvønn annan, í tí sum eitur Pandoras.