Connie blakað út úr Paradise

Eftir bert tveimum vikum í spælinum bleiv Connie í gjár blakað út úr Paradise. Tá ið valið í gjár stóð ímillum Cecilie og Connie, valdi Michael at senda føroysku Connie til hús.

 

-Eg hevði als ikki vænta, at hann fór at blaka meg út. Eg trúði, at vit høvdu álit á hvørjum øðrum, so tað kom sum eitt sjokk fyri meg, sigur Connie.

 

Í komandi viku verður finalan í Paradise, og tá skal slagið standa um tær 500.000 krónurnar. Í gjár gjørdist greitt, at føroyska Connie Brockie ikki verður ímillum finalistarnir.