Conference League: KÍ hevði møtt Real Betis og Panathinaikos

Í dag er eyka grund hjá norðoyingum at iðra seg

Mynd: HJK Helsinki

Hevði KÍ hildið 1-0 leiðsluna á Bolt Arena leikvøllinum í Helsinki ígjár høvdu norska Molde, Olimpija Ljubljana úr Slovenia og Dinamo Minsk úr Hvítarusslandi vitjað á Tórsvølli í Conference League deildarspælinum.

 

Harumframt hevði KÍ sloppið at spælt spennandi útidystir móti tveimum so kendum liðum, sum Real Betis úr La Liga í Spania, og Panathinaikos úr Grikkalandi, umframt Lugano úr Sveis.

 

Í HJK Helsinki fegnast tey sjálvsagt um at sleppa at møta hesum seks liðunum.

 

Mynd: HJK Helsinki