Conference League: Gunnar skoraði í stórsigri hjá Víkingi Reykjavík

Víkingur Reykjavík hevur hálvtannað bein í deildarspælinum í Conference League aftaná stórsigur á Santa Coloma úr Andorra

Gunnar Vatnhamar var við frá dystarbyrjan í fyrra Conference League Play Off dystinum á heimavølli móti Santa Coloma úr Andorra, og hann gjørdi við einum máli sítt til, at Víkingur vann stórsigur 5-0 á andorianska meistaraliðnum.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Víkingur Reykjavík returdystin niðri í Andorra, og tað skal gangast Víkingi søguliga illa um teir ikki megna at vinna ein samlaðan sigur á Santa Coloma. Men sum sagt verður í politikki: "Einki er liðugt fyrrenn alt er liðugt.".

 

Hevði Aron Elís Þrándarson ikki brent eitt brotsspark kundi sigurin verið enn størri hjá Víkingi.

 

Tað var í 66. minutti, at Gunnar aftaná hornaspark setti bóltin í netið til 3-0.

 

Nikolaj Hansen legði Víking á odda aftaná 30 minuttirs spæl. Sami Nikolaj Hansen økti til 5-0 í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. 

 

Í 53. minutti økti Valdimar Þór Ingimundarson til 2-0, og sami Valdimar Þór Ingimundarson økti til 4-0 í 75. minutti.

 

Santa Coloma fekk Christian Garcia vístan av vølli beint undan steðginum, og tað gjørdi ikki støðuna hjá Víkingi verri. 

 

Víkingur hevði 13 royndir innanfyri málrammurnar hjá Santa Coloma. Santa Coloma hevði onga roynd innanfyri málrammurnar hjá Víkingi. Og nú má Santa Coloma fram á vøllin í returdystinum. Hetta eigur at ganga hjá Gunnari og liðfeløgunum.