Concorde- fløgførini verða sett

Bæði British Airways og Air France hava gjørt av at taka Concorde-flogførini úr flúgving.

Eftir at hava flogið tvørtur um Atlantshavið í meiri enn 26 ár verða Concorde-flogførini nú sett. Tað hendir síðst í oktober, tá bæði British Airways og Air France fara at taka flogførini úr rutu. Tey bæði feløgini eru tey einastu, sum hava flogfør av hesum slagnum.
Talskvinnan hjá British Airways, Sara John, sigur, at minkandi eftirspurningur eftir ferðaseðlum við Concorde-flogførunum er orsøkin til avgerðina.
Bæði British Airways og Air France valdu at seta flogførini, eftir at eitt av fløgførunum hjá franska felagnum datt niður uttan fyri París. Í november í 2001 fóru tey aftur á flog, men tá var áhugin fyri at flúgva minkaður nógv orsakað av yvirgangsatsóknunum í USA tveir mánaðir frammanundan.
Tað bøtti ikki um umdømið hjá Concorde-flogførunum, tá eitt av flogførunum hjá Air France noyddist at neyðlenda í Halifax í Nova Scotia fyri tveimum mánaðum síðani, tí ein av motorunum gjørdist í ólagi, meðan flogfarið fleyg tvær ferðir skjótari enn ljóðið.
Men tey, sum hava ringa tíð, fáa kanska ein annan møguleika, tí japanar eru í ferð við at gera eitt flogfar, sum skal flúgva væl skjótari enn onnur flogfør.