Con Air & Return to the Jedi

Con Air er heitið á einum slagi av flúgvandi fangatippi. Ein roynd hjá amerikonsku fongsulsskipanini, sum á hvørjum ári flytir fleiri enn 150.000 kriminellar í ymsar ættir av landinum í flogfari, tá tørvur er á at møta í rættinum, tá bráfangis læknahjálp tørvar ella tá fangar skulu flyta millum fangatippini.

 

CON AIR


Con Air er heitið á einum slagi av flúgvandi fangatippi. Ein roynd hjá amerikonsku fongsulsskipanini, sum á hvørjum ári flytir fleiri enn 150.000 kriminellar í ymsar ættir av landinum í flogfari, tá tørvur er á at møta í rættinum, tá bráfangis læknahjálp tørvar ella tá fangar skulu flyta millum fangatippini.


Tá ein bólkur av vandamiklastu og mest kendu brotsmonnunum, sum yvirhøvur eru í amerikonsku fongslunum, skulu flytast til at serliga trygt fongsul við eini Con Air flýgving, verður júst leyslatni Cameron Poe (Nocolas Cage) eitt »lift« við flogfarinum.


Poe hevur í áravís bíðað eftir hesum degi, tá hann umsíðri skal hitta konuna aftur, Triciu (Monica Potter), eftir at hann í sínari tíð, vegna eitt óhapp, drap ein mann, sum sjeneraði hana. Nú er Poe langt um leingi á veg heim. Ikki bert til Triciu, men eisini fyri at hátíðarhalda føðingardagin hjá átta ára gamla dóttrini, sum hann ongantíð hevur sæð. Men í meðan hava hinir fangarnir, við ljósgløgga Cyrus ?The Virus³ Grissom (John Malkovich) á odda, lagt ætlanir um at ræna flogfari nett sum tað er farið uppfrá, og nógv ímóti vilja sínum, gerst Poe partur av stríðnum.


Ordansmaktin á jørðini gerst sjálvandi skøkk av hesari hendingini. Vince Larkin (John Cusack) hevur fingið eina næstan óloysiliga uppgávu, tá hann partvís skal royna at fáa valdið á flúgvaranum aftur og partvís royna at fáa myndugleikarnar at lata vera við at skjóta flúgvaran niður við mann og mús.


Umborð sær nú heldur ikki alt ov ljóst út. Brennievnið er um at vera uppi, og teir eru við at fyrireika eina dramatiska neyðlending á The Strip í Las Vegas.


Sameindur við megina hjá Larkin á jørðini, verður Poe noyddur at gera sítt í luftini·?


RETURN TO THE JEDDI


Tá væluppløgdu Star Wars-áskoðararnir í 1980 streymaðu inn fyri at síggja framhaldið á søguni, fingu teir bornan ein film, sum var opin í báðum endum. Stóra yvirraskilsið var, at »Imperiet slår igen« var nummererað sum Episode V í søgnini. Tað var sjálvandi beinanvegin eitt minni yvirraskilsi, at tann sama Episoda V endaði sum cliffhanger, tí longu tá hann fór í framleiðslu, var avgjørt, at teir seinni skuldu gera ein Episode VI.

Filmsleikstjóri í filminum er richard Marquand,