Fyrrverandi FBI-stjórin: Trump royndi at ávirka kanningar um fyrrverandi ráðgevararan Michael FLynn.
Fyrrverandi FBI-stjóirn, James Comey, sigur í eini skriftligari vitnisfrásøgn, at hann skrivaði notur um ein fund við Donald Trump, forseta.
Vitnisfrágreiðingarnar vátta ákærurnar ímóti Trump um, at forsetin royndi at ávirka kanningarnar kring tann táverandi trygdarráðgevan Michael Flynn.
Comey sigur eisini, at Trump í eni telefonsamrøðu frá 30. mars spurdi hann um, hvat kundi gerast fyri at minka áhugan fyri kanningum av sambondinum við Russland, sum so nógv hevur verið tosað um.
Forseting segði eisini sambært fyrrverandi FBI-stjóranum, at hann væntaði sær loyalitet frá Comey
/ritzau/Reuters