Við stóru og nýggju hølunum og allari Vánni í baksýni hava starvsfólkini á Com-Data í Klaksvík fingið eitt arbeiðsumhvørvi, onnur bert kunnu droyma um. Men bæði tey og viðskiftafólkini hava eisini verið tolin. Síðani bygningurin hjá Com-Data brendi fyri góðum 4 árum síðani, hava tey 20 starvsfólkini húsast undir óvanliga trongum umstøðum. Og seinasta 1_ árið, meðan byggingin hevur staðið uppá, hava viðskiftafólkini mest av øllum upplivað teldufyritøkuna sum eitt byggipláss.
- Okkara viðskiftafólk hava verið ómetaliga tolin við okkum. Men eg kann vissa tey um, at tey ikki hava bíða til fánýtis, sigur Guttorm Sørensen deildarstjóri á Com-Data.
Alt á sama stað
Á veghæddini húsast fyrisitingin og nýggi handilin, har fyritøkan nú eisini fær heilt nýggjar møguleikar at røkja privatkundatænastuna, sum annars hevur liðið nakað á láni.
- Hetta merkir ikki bara, at vit nú kunnu bjóða bæði privat- og vinnukundatænastu á sama stað. Við tað allar deildir nú húsast í sama bygningi, og tað harvið verður styttri millum tey ymsu liðini, er tað eyðsæð, at kundin fær eina betri tænastu í allar mátar, sigur Guttorm.
Í hesum sambandi hevur Com-Data tikið upp samstarv við Allan Joensen og Steingím Ósa, frá Omega, sum seinnu árini hava røkt størsta partin av privatkundatænastuni í Kaksvík.
- Vit hava drúgvar royndir á hvør sínum øki, so vit hildu tað vera upplagt at leggja saman, sigur Allan Joensen, sum er sera spentur uppá nýggja samstarvið.
Allan leggur afturat, at samanlegginin við Com-Data als ikki merkir, at gomlu kundarnir hjá Omega eru sleptir uppá fjall. Allar avtalur við gomlu kundarnar eru framvegis galdandi. Einasti munurin er, at Allan og Steingrím framyvir verða at hitta í hølunum hjá Com-Data.
Tænastumiðdepil
Á ovastu hædd í nýggja bygninginum er ætlanin at leiga høli út til aðrar fyritøkur í Klaksvík. Guttorm ímyndar sær eitt heilt nýtt arbeiðsumhvørvið, har fyritøkur, ið annara onkusvegna samstarva, nú kunnu húsast undir somu lon við til dømis felags matstovu og øðrum.
-Alt virksemið í húsinum snýr seg jú um at geva kundanum eina so góða tænastu, sum møguligt. Høvdu vit so eisini fingið aðrar tænastufyritøkur inn í húsið, hevði talan veðrið um onki minni enn ein tænastumiðdepil, sum uppaftur aðrir og fleiri kundar høvdu fingið gleði av, sigur Guttorm Sørensen, sum er sera errin av nýggja bygninginum.