Klokkan 20.14 í kvøld fekk løgreglan í Havn um alarmsentralin boð um, at tað reyk undan tekjuni á bygninginum hjá teldufyritøkuni Com-Data í Klaksvík.
Fyritøkan hevur ein bygning í fýra hæddum við Stangavegin í Klaksvík, og tað var ein granni hjá fyritøkuni, sum fyrst var varugur við roykin.
Sløkkilið í Klaksvík fekk boðini um eldsbrunan klokkan 20.15, men sum tað skilst, hevur tað verið sera trupult at fáa tamarhald á eldsbrunanum. Tá Sosialurin tosaði til Klaksvíkar um hálvgun níggju tíðina í kvøld stóð alt framvegis í ljósum loga.
Nú er tað ikki bara roykur, sum kemur undan tekjuni, men tað brennir upp gjøgnum tekjuna og út gjøgnum vindeyguni. Sum vit hava skilt, so er lítil vón fyri, at nakað verður bjargað í bygninginum hjá Com-Data í Klaksvík