Mikudagin lá ferðamannaskipið Columbus við kei í Havn. Skipið er heimahoyrandi í Nassau, Bahamas, og við vóru umleið 500 týsk ferðafólk.
Frá Skipafelagnum frætta vit, at tað eru trý skip frá sama reiðaríi í Bahamas, sum plaga at koma hendan vegin, og hetta er ikki fyrsta ferðin Columbus liggur á Havnini.
Skipið kom klokkan seks mikumorgunin og fór avstað aftur á middegi.