Klokkan 10 í morgun læt ein nýggjur Colorama-handilin upp í Klaksvik. Handilin húsast í hølunum, har FK í Klaksvík helt til í mong ár.
Handilin liggur væl fyri beint hinu megin vegin, har Effo er, og í sambandi við, at nýggjur handil er komin í hølini, eru hølini eisini sett í stand, og alt innan er málað, eins og vindeygu eru skift.
Colorama í Klaksvík selir í fyrsta lagi Beckers-máling, og handilin selir eisini seingjarklæði, handkløð, viskistykkir, pútur, búnýtisvørur og ymiskar príðislutir.
Hetta er hin fjórði Colorama-handilin í røðini. Frammanundan er ein í Saltangará, ein í Havn og ein á Tvøroyri.










