Colin Powell á stórskíggja

Um vikuskiftið verður leiðarastevnan GLS hildin í Norðurlandahúsinum. Gestarøðari hesaferð verður Livar Nysted, sum hevur sett heimsmet sum havrógvari. Eisini verða áhugaverdir fyrilestrar vístar á stórskíggja, og í ár verður fyrrverandi amerikanski politikarin og herovastin Colin Powell ein av fyrilestrahaldarunum. Ráðstevnan hevur í mong ár savnað leiðarar innan vinnulív, kirkjur/samkomur, sjálvbodnar felagsskapir eins og politiskar leiðarar til leiðslumenning og felagsskap.

Global Leadershop Summit
Norðurlandahúsið í Havn
Fríggjadagin 17/1 og leygardagin 18/1