Joe Cole skoraði vinnandi málið í øðrum hálvleiki, tá Chelsea í kvøld vunnu ein samanlagdan 3-1 sigur móti Everton, sum samstundis tryggjar teimum pláss í finaluni í Carling Cup.
Vinnararnar frá í fjør høvdu longu eina 2-1 leiðslu í skjáttuni frá dystinum á Stamford Bridge, og teir bara øktu um hesa leiðslu, við einum vøkrum uppspæli og máli, í einum annars skuffandi dysti á Goodison Park.
Ein framúrskarandi diagonal avlevering frá fraklendinginum, Florent Malouda, frá skamt innanfyri Everton hálvuna, snýtti bæði Joleon Lescott og Nuno Valente, og tá so Joe Cole kundi temja bóltin við fyrstu nerting, var laga manni at hamra framvið Tim Howard.
Heimaliðið hótti sjálvdan við at bróta ígjøgnum Chelsea verjuna, og besta løta teirra kom 10 minuttir innan málið hjá gestunum. Petr Cech mátti tá tvær ferðir vera klárur at bjarga, tá Phil Neville og Phil Jagielka royndu seg.
Nicolas Anelka rakti stongina, tá hann royndi at skora sítt fyrsta mál fyri nýggja felag sítt, men tað skuldi gerast enski landsliðsleikarin Joe Cole, ið leyp avstað við vinnandi málinum, ið harvið tryggjaði Chelsea finalusess á Wembley leikvøllinum, har teir møta hinum London liðnum, Tottenham.










