Hvør smálutur telur, nú Chelsea og Manchester United fyrireika seg til Champions League-finaluna í kvøld. Tí kom tað illa við, tá Ashely Cole small í svørðin eftir nærdyst við Claude Makelele í gjárkvøldið. Eftir at fóturin varð pjøssaður saman, royndi Cole at halda fram við venjingini, men hetta var nyttuleyst, og tí fór hann í skiftirúmið nakað væl undan liðfeløgunum. Enn er ikki greitt, um Cole verður tøkur til dystin í kvøld.
Tíðindi









