Cole álvarsaman skaða

Enski landsliðsspælarin Joe Cole spælir ikki aftur í hesum kappingarárinum. Chelsea-spælarin reiv eitt krossband í dysti í farnu viku, og hann varð lagdur undir skurð. - Eg eri sera keddur um , at vit missa ein so týdningarmiklan spælara, men eg eri mest keddur vegna Cole sjálvan, sigur venjarin Luiz Felipe Scolari við heimasíðuna hjá Chelsea.