Cole gevst

Fyrrverandi toppskjúttin hjá Newcastle og Manchester United, Andy Cole, steðgar nú yrkisleiðini sum fótbóltsspælari. Cole er í dag 37 ára gamal, og seinasta felag hansara gjørdist Nottingham Forest. Har hevur hann tó ikki spælt tað heilt stóra, og mál hevur hann als ikki skotið í teimum 10 dystunum, sum hann hevur spælt. Cole spældi eisini á enska landsliðnum, har tað gjørdist til 15 dystir og eitt mál.