Týskvøldið vann bretski bólkurin fyri triðju ferð prísin sum besti bretski bólkurin. Heiðurslønina vunnu teir á árligu »Brit Awards«, sum verður hildin í London. Limirnir í bólkinum halda tó sjálvir, at einasta orsøkin til, at teir vinna so ofta er, at tað ikki eru aðrir bretskir bólkar, ið veruliga geva teimum kapping.
Ongir aðrir bólkar eru. Blur, Pulp, Oasis og Radiohead eru allir burtur. Take That hava eisini steðg nú, so eg havi ilt við at síggja, hvør annars skuldi vunnið, sigur forsangarin, Chris Martin.
Gjøgnum árini hevur Coldplay fingið ikki minni enn 44 heiðurslønir. ´
Coldplay hevur áður vunnið prísin sum besti bretski bólkur. Í 2001 og 2003. Í 2006 og 2009 vóru teir eisini ímillum teir nomineraðu bólkarnar.