Ensku Coldplay hava fingið nógv rós fyri nýggjastu fløguna ?Viva La Vida or Death And All His Friends?, og bólkurin er nú klárur at senda meira tónleik út til fólkið.
24. november verður møguligt at ogna sær ep-plátuna, ið eitur ?Prospekt?s March?, og sum inniheldur átta heilt nýggj løg.
Løgini frá hesi plátuni verða pakkað niður í eina nýggja og víðkaða útgávu av seinastu fløguni, og saman fer tað tí at eita ?Viva La Vida Prospekt´s March Edition?.
Sama dag, 24. november, gevur bólkurin eisini eina nýggja stakfløgu út, ið ber heitið ?Lost!?, og sum fer at innihalda eina serliga útgávu saman við rapparanum Jay-Z.
Kelda: Gaffa.dk