Í dag er nýggjasta fløgan hjá Coldplay komin á marknaðin. Nógvur spenningurin hevur verið um nýggju fløguna Mylo Xyloto, men ummælarar eru ikki fegnir um seinasta útspælið frá bólkinum.
Perman er litrík, og sær ógvuliga spennandi út, men sambært ummælarum livur tónleikurin ikki upp til hetta.
Danska tónleika heimasíðan gaffa.dk hevur ummælt fløguna, sum einans fær 3 út av 6 stjørnum frá heimasíðuni.
Ummælarin Michael Joze Gonzalez er alt annað enn fegin um seinasta fløguna. Hann heldur, at fløgan er tann veikasta, sum Coldplay hevur givið út.
Ummælarin heldur fløguna verða keðiliga, og at bólkurin er farin ov lættliga um við tónleikinum.
Sangarin í Coldplay, Chris Martin heldur, at hæddarpunktið á fløguni er lagið Princess of Chine, har hann syngur saman við Rihanna. Ummælarin hjá Gaffa er samdur í hesum.
Hann skrivar á heimasíðuni, at Princess of Chine er eitt av fáu góðu løgunum á fløguni.
Samstundis staðfestir hann, at hann avgjørt hevði væntað sær meira av Coldplay.
Góð ella ikki, so er fløgan í dag komin á marknaðin, og kann keypast í fløguhandlum kring landið.