Coldplay roynir nýggjar leiðir

Tríggjar tær seinastu fløgurnar hjá væl umtókta bólkinum Coldplay vóru ætlaðar sum ein triologi. Nýggja fløgan verður heilt øðrvísi.

Sambært bólkinum kunnu fjepparar gott vænta sær nakað heilt øðrvísi av næstu fløguni. Sangarin Chris Martin og gittarleikarin Johnny Buckland siga, at tær fyrru fløgurnar hava verið skipaðar sum ein triologi.

Hetta vil siga, at eftir at seinasta fløgan ?X&Y? er komin út, er tíðin komin til at royna nýggjar leiðir.

Nýggja fløgan verður innspæld í samarbeiði við Brian Eno, og tilfarið er skrivað í ymsum londum seinastu tvey árini.

 

Chris Martin greiðir soleiðis frá á soundgenerator.com:

 

?Um tað so er gott ella ikki, fara vit avgjørt at nýta fleiri litir. Tað er ómøguligt at gera øll glað, og tað hevur tikið okkum eitt sindur av tíð hjá okkum at lært hetta. Tað er eitt serligt frælsi at kunna siga, at hetta er tað vit vilja gera júst nú, so lat okkum bara gera tað.?

 

Fløgan, ið enn ikki er navngivin, kemur út seinni í ár.